Hótta við at boykotta Skipafelagið og Eimskip

Søgur hava gingið um, at Skipafelagið og Eimskip hava brotið verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Bróta tey bæði Skipafeløgini verkfallið, verða tey boykottað í øllum landinum, tá ið verkfallið er av

 

Verkfall


Skipafelagið Føroyar og Eimskip hava nú fingið greið boð frá Føroya Arbeiðarafelag.

Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið upplýst, at Skipafelagið og Eimskip hava tikið sigling upp, sum brýtur verkfallið hjá verkamannafeløgunum.

Hetta hevur fingið Føroya Arbeiðarafelag til at gera vart við seg og til at geva teimum báðum skipafeløgunum greið boð.

? Vit hava skrivað Skipafelagnum og Eimskip bræv, har vit gera teimum púra greitt, at bróta tey verkfallið, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri feløgini, eisini eftir at verkfallið er av og viðurskiftini aftur eru komin í rættlag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna á Føroya Arbeiðarafelag.

Hetta er bæði galdandi, um nøkur vøra, sum kemur fráverkfalsraktum øki, verður skipað umborð á skipini og um vøra, sum er ætlað verkfalsraktum øki, verður skipað upp.

? Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at tey bróta verkfallið, sigur hon púra greitt.

Hon sigur, at í brævinum til Skipafeløgini, verður gjørt greitt, at bróta tey verkfallið nú, fara tey at verða boykottað í øllum landinum, tá ið verkfallið er av.

?So fara vit at nokta øllum okkara limum at at avgreiða farmaskipini, ella á annan hátt at arbeiða saman við fólki, ella á virkjum, sum hava við skip ela flutning hjá feløgunum at gera.

Tað merkir, at so kunnu tey bæði feløgini ikki brúka limir hjá Føroya Arbeiðarafelag til at lossa og lasta skipini í nakrari Havn í Føroyum, har verkafólkið eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.

Tað vil í veruleikanum siga, at hendir tað, fáa Skipafelagið og Eimskip als ikki virkað nakrastaðni í landinum, uttan í Havn og í Klaksvík.

Annars kann tað eisini fáa aðrar avleiðingar fyri tey bæði feløgini um tey bróta verkfallið.

Á Skrivstovunum hjá feløgunum arbeiða fleiri limir hjá S&K, sum eisini er limur í Føroya Arbeiðarafelag.

Og taka tey verkfalsrakt arbeiðið upp, hóttir Føroya Arbeiðarafelag við at lata limirnir hjá S&K, sum arbeiða á feløgunum, fara í samhugaverkfall.


Nógvur skeivar fráboðanir

Annars sigur Elias Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, at felagið fær nógvar fráboðanir um verkfalsbrot av ymsum slagi

Men hesar fráboðanir eru verri enn so altíð eftirfarandi, tí ofta er talan um misskiljingar og skeivar fráboðanir.

?Tá ið vit so kanna málið vísir tað seg, at í heilt nóvum førum er onki hald í teimum fráboðanum, vit fáa um verkfalsbrot. Hinvegin er hald í øðrum fráboðanum og tey málini taka vit upp.