Hótta Persson við misáliti

Politiska andstøðan í Svøríki hóttir við misálitisuppskoti eftir ta lemjandi frágreiðingina um, hvussu stjórnin handfór flóðalduvanlukkuna.

Svenskir søgumenn eru á einum máli um, at í nýggjari tíð hevur eingin svensk stjórn verið fyri so lemjandi atfinningum, sum stjórnin hjá Göran Persson fær í frágreiðingini um flóðalduvanlukkuna. Har stendur beinleiðis, at handfaringin var stak vánalig, og at forsætisráðharrin hevur ábyrgdina.

Göran Persson hevur fingið um umbering fyri ta vánaligu handfaringina, men hann hevur víst aftur, at frágreiðingin skal kosta nøkrum ráðharra embætið. Tað hevur fingið øði í andstøðuna, sum heldur, at í minsta lagi eigur uttanríkisráðharrin, Laila Freivalds, at fáa sekkin, tí tað var uttanríkisráðið, sum stóð fyri teimum almennu, svensku tiltøkunum í sambandi við vanlukkuna í Suðurasia.

Teir borgarligu flokkarnir siga, at teir fara at geva Göran Persson eina viku til at taka avgerð. Hendir einki innan ta tíð, fer andstøðan at fyrireika eitt uppskot um misálit. Tað er kortini lítið sannlíkt, at eitt tílíkt uppskot fær meiriluta í Ríkisdegnum, tí sjálvt um einstakir politikarar í samgonguni hava tikið undir við atfinningunum, fara teir neyvan at fella stjórnina, skrivar svenska tíðindastovan TT. Hinvegin kann málið skaða flokkin upp undir valið næsta ár.