Hótta ongan stovn

Á hvørjum ári fara nógvir stuttleikafiskimenn til Noregs at fiska tosk inni á firðunum, og tað hevur fingið útróðrarmenn og onnur at kæra seg um, at hetta tolir stovnurin ikki.
Norska havrannsóknarstovan hevur nú kannað viðurskiftini, og hennara greiða niðurstøða er, at stuttleikafiskiskapurin hóttir hvørki toskin inni á firðunum ella nakran annan stovn. Tað skrivar Nordlys.
Hinvegin er ivi um, hvussu nógvan fisk stuttleikafiskimenninir veruliga fiska. Í 2009 vísti ein vísindalig kanning, at fremmandir stuttleikafiskimenn fiskaðu 3.336 tons av toski og øðrum fiski. Tað er munandi minni, enn fólk mettu fyri tíggju árum síðani. Tá bleiv sagt, at teir fremmandu stuttleikafiskimenninir fiskaðu millum 12.000 og 15.000 tons um árið.