Hótta Frakland við yvirgangi

Teir islamistisku uppreistrarmenninir í Mali hótta nú við at fremja yvirgang í Fraklandi, eftir at franska hervaldið fór undir eitt átak har norðuri í Mali um vikuskiftið við tí fyri eygað at steðga islamistunum, sum hava tikið valdið í norðara partinum av landinum.

-Frakland hevur lopið á islam, og vit fara at svara aftur í hjartanum á Fraklandi, sigur uppreistrarleiðarin í Mali, Abou Dardar.

Frakland herdi tilbúgvingina aftan á yvirgangin í London í 2005, men stjórnin í París viðgongur, at myndugleikarnir hava hert tilbúgvingina á fleiri almennum støðum og á fleiri týðandi semferðslustøðum. Harafturat verður tilbúgvingin herd við ymsar átrúnaðarligar stovnar, skrivar blaðið Le Parisien.

Frakland fór undir átakið í Mali fríggjadagin, og í gjár bumbaðu fronsk flogfør býin Gao. Sagt verður, at minst 60 islamistar lógu eftirá í álopinum.