Nógv bendir á, at Taleban fyrireikar seg til at søkja at einari sera týðandi byrging, sum veit elorku til ein stóran part av Helmans-landspartinum í Afghanistan. Guvernørurin í landspartinum sigur við Reuters, at meiri enn 700 hermenn hjá Taleban eru komnir um markið úr Pakistan, og at teir hava sett kós ímóti Kajaki-byrgingini. Sambært guvernørinum hevur Taleban fingið hjálp frá stuðlum í Pakistan, Usbekistan og Kekenia. Tað eru fyri tað mesta bretskir hermenn, sum hava støð í Helmand, men teir donsku hermenninir í Afghanistan hava eisini støð har.