Hótt við at flyta heim!

Politiska støðan í Føroyum er óhoyrd. Men tað sum ver­u­­­liga harmar meg, er tá eg síggi fólk, sum eg annars virði og dámi væl, hótta við at flyta av landinum (ella ikki flyta heim aftur), tí teimum ikki dámar politisku støðuna.

Regin Berg,
Stjórnmálafrøðingur, pápi og ungur føroyingur

Tað at politiska støðan er lát­ur­liga langt úti, merkir júst at ein ikki skal flyta. Fólk áttu at streymað til Føroya. Um ikki fyri at búseta seg fast, so bara fyri at vera við til at steðga hesum ørskapinum – tí vit kunnu lættliga steðga hon­­um!

Tú hevur valdið
Herfyri sá eg eitt tingfólk, sum mær annars dámar væl, skriva at tað var skilligt, at fólk fara av landinum, tá pol­it­iska støðan er sum hon er. Sama dag sá eg fleiri onn­ur fólk siga, at tey vóru glað fyri at tey ikki búðu í Før­oy­um – og enntá ein siga, at við­kom­andi var glaður fyri at fara av land­i­num nú. Hetta gjørdi meg kedd­an, illan og fekk eis­ini meg til at føla trongd til bara at geva upp – tí hví skal eg berjast fyri nøkrum, um øll kortini bara fara at stinga av? Hví skal eg gera nak­að, tá alt er so negativt og upp­gev­andi?
Alt vald í Føroyum stavar frá okk­um. Vit, fólkið. Vit, sum búgva í Føroyum. Og vit, øll vit, sum kenna okkum sum føroyingar kring allan heim­in. Politiska skipanin, alt sam­fel­ag­ið, kann bara vera til ta tíð vit eru samd um, at sam­felagið skal vera til – og at samfelagið skal vera sum tað er. Eru vit ósamd, ver­u­liga, djúpt og inniliga ó­samd, so kunnu vit broyta ting­ini. Vit hava sæð tað ó­telj­andi ferðir fyrr og síggja tað aðr­a­staðni í heiminum – líka mikið hvussu sterk ein sam­gonga er, líka mikið hvar vald­ið sær út til at liggja, og hvussu skitin amboð tað brúk­ar, so kunnu fólk broyta ting­ini. Men tað krevur eisini, at vit vilja GERA nakað, fyri at broyta tingini. Vit kunnu ikki bara sita á Facebook, í kaff­i­krókum, og mutla um hvussu deprimerandi alt er. Vit mugu fara út, og vit mugu berj­ast. Og vit mugu minnast til, at næstan ongastaðni í verð­ini hevur hvør einstakur so góðan møguleika at gera mun, sum júst í Føroyum.

Hetta gera vit
Nú leygardagin 31. august byrj­ar stríðið endiliga. Kl. 14:00 verður eitt tiltak á vagl­i­num, sum Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, fleiri fakfeløg og umboð fyri vinn­u­feløg skipa fyri. Har kunnu vit øll fara út, ó­an­sæð politiskan lit, og sa­m­an siga eitt rungandi “NEI!” til hvussu málið um Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in er handfarið, og hvussu lítla virðing politiska leiðsl­an vísir fyri fólkinum tey um­boða.
Men tað er ikki nóg mikið. Fólk eiga at skriva til løgmann, til inn­lend­is­mál­a­ráð­ið og til allar løg­tings­lim­ir­nar, og fortelja hvat vit halda um vantandi virð­ing­ina tey vísa okkum. Vit mugu steðga politikarum tá vit síggja teir, og krevja at teir taka ábyrgd. Krevja eitt svar. Vit mugu floyma miðl­ar­nar við lesarabrøvum. Standa dag og nátt uttanfyri løg­tingið og mótmæla (um vit eru før fyri tí). Vit mugu lata pol­i­tik­ararnar vita, at vit ikki stuðla teimum, um teir gera hetta og at vit krevja eina broyt­ing her og nú.
Vit skulu ikki geva upp. Vit skulu blíva ill; men kortini vísa at vit eru siðilig og hava eina loysn til málið. Vit skulu berj­ast fyri tí, sum vit meta er rætt og okkara. Og framum alt, vit skulu á ongan hátt bara stinga halan millum bein­ini, og loyva øðrum at mis­nýta og oyðileggja okkara góða, trygga, samhaldsfasta rætt­ar­sam­felag! Tí tað er ikki "skill­igt" at fólk ikki flyta heim aft­ur sum støðan er. Nei tað er tað ikki. Slett ikki. Tað er skilligt um vit vísa at vit eru til. Tað er skilligt um vit s­iga hvat vit vilja. Tað er skill­igt, um vit berjast. Tí vit mugu berjast, og vit mugu berj­ast nú.