Ein hít er úr tunnum gummi (latex). Hon skal smoyggjast á limin innan samlegu og skal sita á alla samleguna. Hítir hava ymisk snið, stødd, tjúkd, lit, smakk og kunnu somuleiðis fáast við kremi. Til teirra, ið ikki tola latex, eru eisini hítir úr øðrum tilfari.
Fyrimunir við at nýta hít
- Veitir 97% tryggleika móti óynsktum gitnaði, um hon verður brúkt á rættan hátt.
- Verjir ímóti kynssjúkum.
- Hon er bílig og løtt at fáa hendur á.
- Gevur sjáldan hjáárin.
Vansar við at nýta hít
- Kann skrædna ella glíða av undir samlegu.
- Onkur er ovurviðkvæmur fyri hítum.
- Kenslusemi í eini samlegu við hít er minni hjá nøkrum.
----------------------------
FAKTA
Egyptar sigast at hava brúkt hítir fyri langari tíð síðani fyri at verja seg ímóti sjúkum og smákyktum.
Fyri 2000 árum síðani nýttu kinverjar hítir úr silkipappíri.
Í 14. øld nýttu japanesarar hítir úr leðri .
Tá syfilis gjørdi um seg í 16.øld vóru hítir úr toyi nýttar í hópatali.
Toyi varð skjótt skift út við fiskabløðrur og blindgørn hjá svíni. Tær vórðu gjørdur við hond og sera dýrar. Hinvegin vóru hítirnar góðar, tí tær kundu nýtast aftur og aftur.
Í 19. øld vóru hítir mettar at vera ókristiligar, tó vóru tær nýttar í loyndum.
Í 1844 vórðu tær fyrstu híturnar úr gummi gjørdar, men bert tey ríki høvdu ráð at keypa tær.
Í dag eru hítir úr gummi tunnari, bíligari og betri enn nakrantíð.
--------------------------------
Hít til kvinnur
Enn eru p-bollar ikki komnir til menn, men nú er ein hít komin á marknaðin til kvinnur.
Nýggja hítan líkist einum posa og er nógv størri enn ein vanlig hít til menn. Nýggja hítan skal setast upp í klovuna hjá kvinnuni og festast við tveimum ringum. Enn hevur eingin á Planet.fo roynt nýggju hítuna, men á pakkanum stendur, at hon er løtt at brúka.