Sjómannadagur
Enn einaferð sleppur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, at bjóða vælkomin til Føroya Sjómannadag í Klaksvík.
Sjálvur gleðir borgarstjórin seg til hesar dagar, sum hann rópar ”hátíðardagar, sum eru halgaðir okkara høvuðsvinnu og teimum, sum har starvast”.
Vitjan í Noregi
- Fiskivinnan er berandi vinnan í okkara samfelag. Tað hevði verið svangligt hjá mongum føroyingi, um sjógvurin ikki hevði verið troyttur.
Tíðliga í summar fekk Steinbjørn høvi saman við øðrum fyrireikarum av Føroya Sjómannadegi at vitja Kjøllefjord í Noregi. Hetta var, tá norðmenn skipaðu fyri heimsmeistarakapping í egning.
- Hetta var ein sera áhugaverd vitjan, og eg kendi nógv aftur av tí, sum vit føroyingar eru so tætt knýttir at – fiskivinnuni.
Steinbjørn sigur, at í Kjøllefjord hoyrdi hann um lagnur, sum eru meinlíkar okkara.
- Kor teirra á hesum staði eru so meinlík okkara, leggur hann aftrat.
Hug til sjógvin
Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum eru vaksin upp í økjum, har sjógvurin setir dagsskránna, vita, hvussu týdningarmikil fiskivinnan er, og hvussu umráðandi tað er, at tað eru fólk, sum hava hug til sjógvin.
- Hóast flestu føroyingar enn í dag munnu hava hetta forstáilsi og innlit, er tó eingin ivi um, at partur av unga ættarliðnum hevur tørv á at verða kunnaður um tað lív og tær mangan skiftandi umstøður, sum sjófólk okkara starvast undir – og um tey amboð, tey arbeiða við.
Savningarhøvi
Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at Føroya
Sjómannadagur er eitt gott høvi hjá okkara sjófólki at savnast á einum staði, bæði til gamans og álvara, har høvi verður hjá teimum at njóta samveruna við hvønn annan.
- Við hesum degi hevur Føroya fólk fingið eina hátíð fyri alla tjóðina, sum liggur á røttum staði og í viðkomandi umhvørvi her í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði.
Borgarstjórin sigur seg vóna, at hesir framúr spennandi og áhugaverdu dagar eins og undanfarin ár gerast ein ógloymandi uppliving, bæði hjá børnum og vaksnum.
- Fyrireikararnir og tey mongu, ið taka tøk fyri hesum døgum, eiga uppiborna tøkk fyri hetta megnar tiltak, sum Føroya Sjómannadagur er, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum býður øllum vælkomnum til Klaksvíkar.










