Hátíðarlig Mikinesløta í Listaskálanum

Í vikuni kom snotuligi Listaskálin í Havn enn einaferð til sín rætt, tá borðreitt varð við eini samanblanding av list, tónleiki og vælvaldum orðum. Tá varð stórverkið og kanska eitt tað størsta einstaka bókaverk givið út á føroyskum alment víst fram – bókin um okkara fræga listamálara, Sámal Joensen-Mikines, sála.

Tað var sjálvur mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, sum hevði boðið til hesa stórfingnu móttøku. Har vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Heðin Mortensen, borgarstjóri umframt tey fólkini, sum hava staðið fyri hesi nýggjastu bókaútgávuni um Mikines. Tey eru sonur Mikines, Kári Mikines, lækni, Einar Matthiasson og Erna Sørensen, bókaforleggjarar, Aðalstein Ingólfsson, rithøvundi og Lissi Joensen. Millum tey mongu innbodnu var eisini Bárður Jákupsson, sum hevur gingið rithøvundanum til handa. Bárður skrivaði eisini bók um Mikines, sum kom út í 1990.

Bókin ”Mikines 100” verður givin út í sambandi við, at tað eru 100 ár síðani, at listarmálarin varð føddur.

Á samkomuni í Listaskálanum spældi Sámal Petersen nøkur løg uppá violin. Eisini sang Sanna í Brekkunum við undirspæli av Martin Restorff Jacobsen. Her var talan um tónleik, sum Mikines, sáli hevði stóran alsk til.