Hátíðarløta í Nólsoyar kirkju

Bispur helt prædikuna og dómpróvsturin helt byrjunartaluna, tá teir báðir saman við seks øðrum prestum tóku lut í hátíðar gudstænastuni í Nólsoyar kirkju í sambandi við 150 ára dagin, har eisini ein spildurnýggj kantata varð framførd

Tað var ein stúgvandi full kirkja, sum var karmur um hátíðar gudstænastuna í Nólsoy sunnudagin.
Við bispi á odda vóru dómprovsturin og seks verandi og fyrrverandi prestar við til gudstænastuna, og landsstýrismaðurin í mentamálum saman við borgarstjóranum vóru somuleiðis við.
Kórið sat deilvís frammi í kóri saman við prestunum, og fylti eisini tríggjar benkur í kirkjuni.
Somuleiðis vórðu leysir stólar settir út fyri benkurnar, men tað var framvegis ikki nóg nógv sitipláss, og tí máttu nøkur fólk standa úti í forkirkjuni.
Tveir deknar eru í Nólsoyar kirkju, og Una Hansen læs inngangsbøn, meðan Høgni Thomsen læs útgangsbøn. Urguspælarin síðani 1969, Sune Hansen, sang við í kórinum, og tí var Jógvan Thomsen urguleikari til gudstænastuna eins og til kantatuna, sum varð framførd eftir prædikuna, som Jógvan Fríðriksson, bispur, helt.
Uni Næs, dómpróvstur, var eisini við til gudstænastuna, sum var rættiliga hátíðarlig.
Og sum prikkurin yvir i'ið sendi útvarpið gudstænastuna beinleiðis.

Stórt kór
Upp til hátíðar gudstænastuna hevur bygdin savnað eitt kór, sum framførdi kantatuna við orðum av Jóhannu Mariu Skylv Hansen og tónleiki, sum nólsoyingurin, Leif Hansen, hevur gjørt júst til endamálið.
Kantatan kallast, »Kirkja á tanga«, og hóast Nólsoyar kirkja verður kallað Kirkjan á Tanganum, so eru orðini ikki miðað júst ímóti Nólsoyar kirkju, men meira sum ein heiður til kirkjur yvirhøvur, og hvussu vit eiga at fara við teimum.
Nólsoy hevur eitt manskór, ið hevur hálvtannað ár á baki, men tað var so skjótt, at einar 20 kvinnur tóku lut í venjingini. Eisini nólsoyingar, ið til gerandis búgva í Havn, vóru við.
Kórið, ið sang kantatuna hjá Leif Hansen taldi 35 sangarar, og tað svarar til, at 3500 fólk sungu til eitt líknandi tiltak í Havnar kirkju.
Nógv arbeiði er lagt í kantatuna av Leif Hansen, tí hon hevur bæði eitt intro og eitt verk fyri trompet, sum kona Leif Hansen, Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, spældi.

Lukkuynskir
Eftir gudstænastuna, sum byrjaði klokkan 11, bjóðaði kirkjuráðið til døgurða í Royndarhúsinum, har gestir og bygdarfólkið fingu aspargessuppu, neytakjøt og fruktdessert.
Eisini vóru kirkjutænararnir heiðraðir við hvør sínum varða, sum Anna Marna Hansen í takkarrøðuni fyri kirkjutænarunum samanbar við kirkjuna.
- Tað ger ikki tað stóra, um tú tekur ovasta steinin av varðanum, hann stendur kortini. Men rørir tú teir niðastu steinarnar,, so raplar varðin, segði Anna Marna Hansen.
Varðin er grundarsteinurin, eins og kirkjan er grundarsteinurin hjá Nólsoyar bygd.
Fleiri tóku orðið undir døgurðanum og ynsktu bygarfólkinum tillukku við 150 ára degnum hjá kirkjuni.
Klokkan 17 var enn ein gudstænasta við altargongd, og dagurin endaði í Missiónshúsinum, har ein framsýning av myndum var hongd upp, og fólk kundu hugsa sær við einum drekkamunni.