Hátíðarhildu 25 ára dagin

Fríggjadagin var opið hús í Hoyvíkar skúla

Fríggjadagin var hátíðardámur í skúlanum í Hoyvík. Tí hendan dagin hátíðarhildu næmingar, lærarar o. o, at skúlin fylti 25 ár.

Fyrrapartin var serstakur skúladagur saman við næmingunum við ymsum tiltøkum, og seinnapartin var skúlin opin fyri vitjandi, sum vildu nýta høvi at heilsa skúlanum á hesum runda degi.

Tað var samanleggingin við Tórshavnar kommunu og nógva sethúsabyggingin í Hoyvíkshaganum, sum elvdi til, at skúlabarnatalið í Hoyvík vaks nógv skjótari enn væntað.

Tá skúlin byrjaði vóru 77 næmingar í skúlanum og lærararnir vóru seks í tali.

Skúlin var bara ætlaður til sjey flokkar. Men sum barnatalið í Hoyvík vaks, er næmingatalið á skúlanum eisini fleirfaldað.

Fyri 10 árum síðani varð skúlin útbygdur til tað dupulta, men barnatalið bara vaks ár um ár.

Við skúlaársbyrjan í ár eru tríggjar skúlastovur komnar afturat ? og so sjálvandi eisini ítróttarhøllin ? Hoyvíkshøllin.
17 vanligar skúlastovur eru í skúlanum til teir 19 flokkarnar. Næmingarnir eru 439, og lærararnir eru 30 í tali.