Hátíðarhelt 20 ára dagin

Í sambandi við at føroyska sjómanskirkjan er farin út um 20 ára dagin, og at ein nýggjur sjómansprestur er settur í Hull, var ein hátíðargudstænasta hildin í Glyvra kirkju seinasta sunnudag

Hátíðargudstænastan var klokkan 11 sunnumorgunin. Tey trý Meinhard Bjartalíð, prestur, Hans Jacob Joensen, bispur og nýggi sjómanspresturin í Hull, Hjørdis Kjærgaard høvdu gudstænastuna. Meinhard var við altarið, bispur helt eina sera áhugaverda røðu og Hjørdis helt prædikuna.
Ætlanin við hátíðargudstænastuni var fyri tað fyrsta at at varpa ljós á søguna hjá sjómanskirkjuni.
Í sambandi við gudstænastuna hevði sjómanskirkjan boðið fólki, ið vara av henni við. Henning Bøgesvang við konu, aðalskrivaranum í donsku sjómanskirkjuni við konu, umboðum fyri kirkjuráðunum og bønarhúsunum í Føroyum og umboðum fyri manningarfeløgini. Eisini vóru nøkur, sum hava verið úti fyri sjómanskirkjuna tilstaðar hendan dagin.
Jógvan Fríðriksson, formaður í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuni, sigur, at hetta er á fyrsta sinni, at tann føroyska sjómanskirkjan hevur goldið fyri ein prest.
? Vit hava fingið stuðul frá landinum til okkara virksemi, og tað kemur væl við, sigur hann fegin.
Onkur hevur havt hug til at undrast eitt sindur á, at føroyska sjómanskirkjan setur prest í Hull, men tað heldur Jógvan Fríðriksson als ikki vera so undrunarvert.
? Tað gerst alt meiri og meiri vanligt, at føroyingar fara til Onglands at nema sær útbúgving, og hartil skal ein møgulig komandi oljuvinna havast í huga. Og ikki at gloyma bondini, sum vórðu knýtt millum Føroyar og Ongland undir seinna veraldarbardaga, tá mong ? kanska serliga nógvar kvinnur ? giftust til Onglands, sigur Jógvan og leggur afturat, at føroyingar hava jú altíð siglt til Onglands.
? Aðalmálið hjá okkum er at taka okkum av teimum, sum koma í havn og so ta staðbundnu kirkjuna, sigur hann.

Vitja Klaksvík og Viðareiði
Tá eitt tílíkt ferðalið kemur á fyrsta sinni til Føroya, vitja tey ofta fleiri støð. Mánadagin gekk leiðin hjá teimum í Norðoyggjar, har tey vitjaðu Klaksvík og Viðareiði.
Tey komu til Klaksvíkar mánamorgunin og steðgaðu hampuliga longi í kirkjuni, har Hans Eiler Hammer, prestur, tók ímóti. Síðani gekk leiðin til Viðareiðis í kirkjuna og í prestagarðin í Ónagerði, har Elsa Funding vísti teimum runt.
Jógvan Fríðriksson sigur, at valið fall á júst hesi støðini og hesar kirkjunar, tí at tað var hildið, at vera so vakurt.
? Harafturat eru hetta jú staðkent fyri okkum, sigur Jógvan Fríðriksson, sum sjálvur var prestur á Viðareiði og búsitandi í Ónagerði eitt tíðarskeið. Eisini Meinhard Bjartalíð hevur verið prestur á Viðareiði. Og Henning Bøgesvang var prestur í Klaksvík í mong ár. So hetta kann uttan iva sigast at vera sera staðkent fólk, sum vitjaði mánadagin.
Mánakvøldið fóru tey úr aftur Klaksvík, og týsdagin gekk leiðin av aftur landinum.