Hátíðarhaldið regnaði burtur

Fótbóltur: Kanska var misskiljing orsøk til at tað ikki vóru fleiri áskoðarar

Tað var harmuligt, at tað akkurát ta løtuna, tá tað var mest týdningarmikið við góðum veðri, skuldi oysa niður á nýggja grasvøllin. Poul Michelsen bjóðaði væl komið, Torleif Sigurðsson og Leivur Hansen hildu røður, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, Leivur Hansen, býráðsformaður, trillaðu bóltin millum sín, áðrenn tað av álvara var farið undir dystin.

Hornblásarar úr høvuðsstaðnum gjørdu sítt fyri at seta dám á, men hátíðarrómin var ikki, soleiðis sum tað hevði verið ynskiligt. Regnið oysti niður, og nógvir áskoðarar bíðaðu leingi, áðrenn teir funnu sær sess.

Undan dystinum ljóðaði, at allir teir seks túsund sessirnir vóru seldir, men undir dystinum var áskoðaratalið onkra staðni millum trý og fýra túsund. Okkum er upplýst, at prátið um, at tað var útselt, komst av, at ein ikki so lítil partur av atgongumerkjunum var farin út á bygd. Har var undirtøkan ikki so stór, sum tað kanska var roknað við, og óseldu atgongumerkini komu ikki aftur til Havnar fyrrenn fríggjadagin, og tá høvdu fleiri fingið ta fatan, at eingi atgongumerki vóru at fáa.


Vátt í reiðrinum

Onkur onnur misskiljing tóktist eisini vera komin í. Á innbjóðingini, sum frammanundan var send VIParunum, varð bjóðað til samkomu í B36 húsinum undan dystinum, men í B36 húsinum vóru ongar fyrireikingar gjørdar til nakra samkomu. Í staðin var ein samkoma í høllini á Nabb, og í steðginum var ábit í HB húsinum.

Sosialurin frættir, at tað hóskvøldið gjørdist greitt, at eingin samkoma skuldi vera í B36 húsinum. B36 umboðini vildu hava váttan frá Tórsvallar grunninum fyri, at einki skal gerast fyri at lýsingarnar skulu fjalast, ið teir í B36 hava sett á síðuna á húsinum, sum vendir eystur móti Tórsvølli. Hetta vildi nevndin ikki hoyra talan um í hesum sambandinum, og so varð einki burturúr tiltakinum í B36 húsinum.

jh