William Heinesen, ið livdi frá 1900 til 1991, gav út skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, ið teljast millum alheimsbókmentirnar. Tekstirnir eru skrivaðir á donskum, men umsettir til nógv onnur mál, eisini føroyskt.
Plátufelagið hevði tætt samstarv við William Heinesen í 1980’unum. Tríggjar plátur vóru gjørdar, við løgum hjá Kristian Blak til tekstir hjá høvundanum. William Heinesen myndprýddi húsarnar. Á hátíðarhaldinum verður tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den yderste Ø (Ytsta oyggin) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til.
Gunnar Hoydal hevur føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð lesur yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stendur fyri tónleikinum og tónleikarar eru: Angelika Nielsen, violin, Kristian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, guitar og Mikael Blak, bass.
Harafturat fer Ólavur Jacobsen at framføra guitartónleik, sum hann sjálvur hevur lagt til rættis til tónleikaverkið »Vaagn op og slaa på dine Strenge« hjá William Heinesen.
Upplestur av stuttsøgum hjá William Heinesen er eisini á skránni. Hans Tórgarð lesur.