Hátíðarhalda The Beatles í SMS í eina viku

Endabresturin verður ein Beatlesdansur í Sjónleikarhúsinum har kendir tónleikarar fara at leiða okkum aftur í sekstiárini

Í døgunum frá 11.-16. apríl verður The Beatles vika í SMS í Havn og tá fara tey at hátíðarhalda heimsins kendasta orkestur við tónleiki, fyrilestrum, samrøðum og framsýningum av ymsum slagi.

 

Har fara kendir tónleikarar, føroyskir og danskir, at syngja og spæla Beatles og føroyingur, sum hevur verið á konsert við Beatles, fer at siga frá, hvussu tað var.

 

Tey, sum fara at syngja og spæla Beatles løg, eru Stanley Samuelsen og dótturin, Astrid, ið er kend fyri at syngja sangir eftir The Beatles, og kanska serliga George Harrison.

 

Onnur eru beatlesserfrøðingurin, Per Wium, Jóhannus á Rógvu og trummusláarin, Gert Smedegaard, sum er ein tann fremsti trummusláarin í ríkinum, sigur SMS í morgun.

Harafturat fara Robert McBirnie og Jógvan Dahl úr Faroe Boys at syngja og spæla Beatles-sangir, og Súni Merkistein hevur samrøðu við teir á pallinum.

 

- Aðrir bólkar verða Danny and the Veetos, Henstick og Bidils, bólkurin úr Klaksvík, sum herfyri hevði konsert í Reinsarínum í Havn.

 

Hanus Kamban, rithøvundur, fer at hugleiða um, hvussu tað var at vera á konsert við The Beatles, og Meinhard Jensen fer at hugleiða um tíðina, tá ið The Beatles, og aðrir bretskir bólkar, fóru at gera vart við seg í USA í 60'unum.

 

Uni Arge fer at hugleiða um og greina Beatles-løg, og Andras Sólstein hevur ein áhugaverdan fyrilestur um John Lennon og The Beatles og tíðina aftaná.

 

Á framýningini verða plátur, ljóðføri og ymsir lutir, plátur og ljóðføri, og tiltakið endar við dansi í Sjónleikarhúsinum, har Robert og Jógvan, Thunderbirds, Stanley Samuelsen og Bidils, fara at syngja og spæla.