Komandi sunnudag - 1. sunnudag í advent - verður hátíðarhald í samband við, at Leirvíkar kirkja fyllir 110 ár.
Farið verður í kirkju sum vant klokkan 11, har Marjun Bæk, prestur, fer at hava altargongd, Monika Stauss Joensen fer at spæla á violin saman við organistinum, og Elly Justinussen og Jákup Justinussen fara at framføra ein sang.
Eftir hátíðargudstænastuna eru øll vælkomin til brunsj í Missiónshúsinum.
Klokkan 16 sunnudagin verður konsert í kirkjuni við kórinum Eystanljóð, og eftir konsertina verða kaffi og køkur at fáa í forkirkjuni.