Hátíðarhalda Jens Paula

Mánakvøldið verður hátíðarhald í Norðurlandahúsinum í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sum doyði í fjørsummar. Høvundin verður heiðraður við at varpa ljós á skaldskap hansara við framsýningum, mynda- og filmssýning, tónleiki og bókasølu.

 

Jens Pauli Heinesen 80

Norðurlandahúsið

Mánakvøldið 12/11 frá kl. 17.00