Í hesum mánaðinum fyllir Bóltfelagið, Royn, 85 ár og Royhøllin 35 og tað verður hátíðarhildið í dag og í vikuskiftinum um tvær vikur Tann 23. oktober verður bóltfelagið Royn 85 ár, og Roynhøllin verður 35 ár og í tí sambandinum verður skipað fyri ymsum tiltøkum.
Í dag eru børn og ung í miðdeplinum. Byrjað verður klokkuan 15.00 á vøllinum við bóltakapping, har nógv gott er at vinna. Aftaná eru ymiskar stuttleikakappingar m.a. bólta- og rennukappingar. Í Roynhøllini verður pylsubreyð og ymiskt annnað at fáa.
Børn og ung fara síðani heim at skifta og møta veitsluklødd aftur klokkan 19.00, tá ið borðhald
við góðum mati, sangi og har Funny Finn fer at undirhalda. Aldursmark til veitsluna er 7 ár.
Klokkan 21 byrjar dansurin og har fer dansilærarin, Eyðbjørg Ellendersen, at skipa fyri enskum dansi og Sissal Randarsól fyri tí meira modernaða dansinum. Eisini verður farið upp á gólv.
Í nátt verður so dansur, at nýggi bólkurin, Ergo, fer at spæla.
Leygarkvøldið 25. oktober verður 85 ára Roynveitsla í Roynhøllini, Jákup Veihe og Kim Hansen undirhalda og har LM-band spælir til dansin. Teknast skal til veitsluna og har verða listar lagdir í næstum.