Hátíðarhalda altjóða dansidag í Havn

- Í dag verður altjóða dansidaguri hátíðarhildin - eisini í Føroyum. Talan er um eitt UNESCO tiltak, og hetta er annað árið, at Føroyar eisini eru við, sigur Jóna Kristin Thomsen, sum er ein av fyrireikarunum.

Ein rúgva av tiltøkum eru á skránni. Á Vaglinum í Havn verður ein útipallur, og byrjað verður klokkan 15 við opnum palli, har øll kunnu fara upp á gólv. Elsa Maria Bærentsen setur dagin klokkan 16, og síðani er ein rúgva av spennandi framførslum á skánni.

 

Dagurin heldur fram í Norðurlandahúsinum klokkan 19:30, og har verður eitt nú høvi at síggja tango, jazz, hiphop og dansifilmar.