Fyrsta sunnudag í advent í 1994 varð Fríðrikskirkjan á Toftum, vígd, og sostatt er hon 25 ár í hesum døgum.
Tað var Hans Jacob Joensen biskupurm sum vígdi Fríðrikskirkjuna og tað verður hátíðarhildið sunnudagin
Sunnudagin verður sostatt hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni, har prestarnir, Martin R. Jacobsen, Jónsvein Bech og Ovi Brim eru við, og kirkjukórið fer at syngja.
Aftaná gudstænasta eru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum.
Um kvøldið verður sangløta í kirkjuni, har Kirkjukórið, VOX, The Gadders, Taborkórið og Martin og Tóri R. Jacobsen fara at syngja og tá ið tað er liðugt, verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum.