Hátíðarhald í Wolfsburg

Mikudagin 22. desember 2010 var hátíðarhald á týsku Volkswagen bilverksmiðjuni í Wolfsburg í sambandi við at VW bilur nr. 111.111.111 koyrdi av samlibandinum.

Hetta er tað samlaða talið av VW bilum, sum hava verið gjørdir síðan framleiðslan av VW bobluni byrjaði í 1938. Talan er bert um VW bilar. Ikki onnur bilmerkir hjá VW-konsernini sum t.d. Audi, Skoda og Seat.