Hátíðarhald
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Veðrið var av tí allar fagrasta, tá hátíðarhaldið fór fram. Sólin sendi heitar geislar bæði oman og niðan, og rættiligur summardámur var yvir fólkunum, sum vóru til staðar. Børn hoppaðu av steini til stein í ánni, meðan tey vaksnu hugnaðu sær við sjálvtøkuborðinum, ið Jákup Ziskason hevði lagt til rættis á bønum.
Viðarlundin vøkur aftur
Allir norðoyingar munnu minnast grimdarregni 18. septembur seinasta ár, sum oyðilegði ein stóran part av viðarlundini úti í Grøv.
Gamlir menn vita at siga frá, at ongantíð áður hevur so nógv vatn staðið í ánni, og hetta førdi eisini við sær, at ein stórur partur av áarbakkanum hvarv í øllum regninum. Eisini niðara brúgvin fekk stóran skaða, samstundis sum gøturnar í viðarlundini fingu smávegis snuddir.
Men býráðið setti beinanvegin eftir hendingina pening til síðis, sum skuldi verða nýttir til at fríðka um viðarlundina aftur, og farna hálva árið hevur býargartnarin saman við hansara fólkum gjørt eitt megnar arbeiði úti í Grøv.
Áarbakkin er laðaður upp av nýggjum, gøturnar eru asfalteraðar og plantur av ymsum slag eru settar niður framvið ánni.
Harafturat hava næmingarnir á Tekniska Skúlanum smíðað eina nýggja brúgv, og varð hon handað borgarstjóranum hendan dagin.
Sjálvtøkuborð í Móður Náttúru
Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvík, helt eina lítla røðu um alt arbeiðið, sum lagt hevur verið í viðarlundina seinasta árið. Og eingin ivi skal verða um, at hann, saman við hansara fólki, hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Viðarlundin er nú so vøkur sum ongantíð fyrr, og kom hon eisini rættiliga til sín rætt hendan góðveðursdag.
Síðan segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, nøkur orð, har hann eisini takkaði næmingunum á Tekiska Skúla fyri teirra leiklut í hesum sambandi.
Næmingarnir fingu í novembur mánaða til uppgávu at smíðað eina nýggja brúgv yvir um ánna, eftir at tann gamla varð oyðiløgd av áarfloyminum í septembur. Tann nýggja brúgvin líkist tí gomlu, og hóskar stak væl inn í umhvørvið í viðarlundini.
Efir røðuna handaði borgarstjórin flokkinum ein kekk áljóðandi 5.000 krónur, og tey vóru sjálvandi sera fegin um hesa samsýning. Sum tann eini næmingurin segði: "Ikki so galið at fáa løn fyri skúlating, ha ?".
Eftir røðurnar bjóðaði Hans Hjalti øllum til sjálvtøkuborðið, sum Jákup Ziskason hevði lagt til rættis.
Á borðinum stóð pinnamatur, sodavatn og vín, so løtan fekk móti endanum dám av eini útferð av tí fínara slagnum.