Hátíðarhald í Skúlanum við Løgmannabreyt

Á Grækarismessu 12. mars kl. 16.00 verður stórt hátíðarhald í Skúlanum við Løgmannabreyt. Umframt røður og sang og annað fara næmingar og lærarar at vísa fram skúlan og ymsu stovurnar og svara spurningum frá teimum vitjandi.

Endaliga skráin er løgd og verður soleiðis, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, sungin verður felagssangur, ?Landið eg bar við mær?, og síðan heldur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, røðu.

Næmingar í Skúlanum við Løgmannabreyt fara at spæla og syngja, áðrenn skúlastjórin Høgni Joensen fer at halda røðu. Beinta Joensen, forkvinna í skúlastýrinum, heldur eisini røðu, umframt at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fer at halda røðu.

Aftaná verður sangur og tónleikur við næmingum í Skúlanum við Løgmannabreyt, og sungin verður eisini felagssangurin ?Boðar tú til allar tjóðir?.

Síðan fara lærarar og næmingar sjálvir at vísa fram ymsu stovurnar og svara spurningum.

Bjóðað verður saft, kaffi og køkur. Skúlin verður opin til kl. 18.