Hátíðarhald í Sandvík seinkað

Hátíðarhaldið í morgin sambandi við, at kirkjan í Sandvík fyllir 100 ár, er seinkað ein tíma fyri veður Í kvøld er onki ferðasamband ímillum Suðuroy og Havnina fyri veður og tað merkir, at fólk, sum skuldu vera við í hátíðarhaldinum, liggja veðurføst í Havn.

Sostatt sleppa tey ikki suður fyrrenn klokkan 10 í morgin árini og av tí sama er neyðugt at útseta hátíðarhaldið í ein tíma.

Tað merkir, at Gudstænastan, sum skuldi vera klokkan 12. er útsett til klokkan 13. Samstundis verður heldur ikki opið hús í bygdarhúsinum fyrrenn klokkan 18 ístaðin fyri klokkan 17, sum áður lýst