Hátíðarhald á Sandi

Listasavnið á Sandi er gáva frá Sofusi Olsen til sandoyingar og alt Føroya fólk. Mánadagin 10. desember hevði Sofus Olsen fylt 95 ár, og hetta verður hátíðarhildið dagin fyri á savninum, sum hann gav Sandi. Sofus upplivdi, tá savnið læt upp tann 17. juni í fjør, men hann andaðiast, áðrenn øll listin til savnið kom suður. TIltakið byrjar klokkan 14.30 sunnudagin 9. desember. Har verða upplestur, tónleikur og livandi myndir. Á sumri 2006 gjørdi Bjarnheðin í Hoyvík filmsupptøkur við Sofusi. Hesar upptøkur vera seinni at síggja á savninum, og partar av teimum verða ein sjónvarpssending. Í sambandi við hátíðarhaldið verður partur av upptøkunum vístur á savninum.