Hátíðarhald í Porkeri

Kirkjan í Porkeri er nú 165 ára gomul, og seinasta sunnudag var nógv gjørt burtur úr merkisárinum. Alt fólkið var boðið til eina góða máltíð í Missiónshúsinum eftir gudstænastuna.

Løtan í kirkjuni var tignarlig. Sóknarpresturin prædikaði, og Streingjakórið í Porkeri sang tveir sangir.

Undir gudstænastuni handaði biskupur Jógvani Midjord urguleikara “fortjenstmedaljen” i silvuri, sum Hennara Hátign Drotningin hevur latið Jógvani fyri tænastuna sum urguleikari í 45 ár í Porkeris kirkju.

Jógvan Midjord byrjaði sum urguleikari um fermingaraldur. Hesa tænastu hevur hann røkt trúliga. Tey fyrstu árini saman við øðrum og nú tey seinru árini einsamallur.

Í Missiónshúsinum fekk Magnus Hansen, ið hevur verið deknur í Porkeri í 25 ár, eina vakra heilsu og góð orð fyri tænastuna. Bæði Magnus og Jógvan fingu eina fitta gávu sum tøkk.

Mynd: Mannbjørn Olsen.