Hátíðarhald á Listasavninum á Sandi

Komandi sunnudag verður hátíðarhald á Listasavninum á Sandi við frumsýning, tónleiki og upplestri í listarligum kørmum

Listasavnið á Sandi er gáva frá Sofusi Olsen til sandoyingar og alt Føroya fólk. Mánadagin 10. desember hevði Sofus fylt 94 ár, og hetta verður hátíðarhildið dagin fyri á savninum.

Sunnudagin eru liðin tvey ár, síðan Listasavnið á Sandi stóð liðugt bygt. Sands kommuna og Articon høvdu sett sær fyri, at savnið skuldi standa klárt til 92 ára føðingardagin. 17. juni árið eftir lat savnið upp. Bara ovara hædd á listasavninum var tá myndaprýdd.

Sofus Olsen upplivdi hetta, men doyði longu 20. oktober sama árið. Í vár kom hin parturin av listini suður, men tað er ikki fyrr enn nú, búgvið eftir Sofus endaliga er gjørt upp, at alt tað, ið skal vera á savninum, er komið suður.

Tiltakið byrjar klokkan 14.30 sunnudagin 9. desember. Har verður upplestur, tónleikur og livandi myndir. Á sumri 2006 gjørdi Bjarnheðin í Hoyvík filmsupptøkur við Sofusi. Hesar upptøkur vera seinni at síggja á savninum, og partar av teimum verða ein sjónvarpssending. Í sambandi við hátíðarhaldið verður partur av upptøkunum vístur á savninum.

Tiltakið er alment, men fyrireikararnir gera vart við, at brunaumsjónin bert loyvir 50 vitjandi í senn. So tey ið vilja tryggja sær pláss, vera vinaliga biðin at koma í góðari tíð. Til ber at tryggja sær pláss á tlf. 211924.