Mánadagin 1. februar vóru 50 ár liðin síðan røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum gjørdist sjálvstøðug deild, og Sanna Dahl Niclasen varð sett sum yvirlækni á deildini. Frammanundan var táverandi Dr. Alexandrines Hospitali skipað sum ein og sama deild. Í samband við at Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn, varð ein treyt at hesin varð knýttur at einum sjúkrahúsi við trimum sergreinum, og tá varð sjúkrahúsið býtt sundur í skurðdeild, medisinska deild og røntgendeild.
Røntgendeildin hevur verið í støðugari menning øll hesi árini. Fyri skjótt fýra árum síðani varð alt røntgenvirksemið talgildað, og við hesum eru røntgendeildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum knýttar saman í eina eind.
Hátíðarhildið var eisini at 5o ár eru liðin síðan Landssjúkrahúsið varð býtt upp í fleiri økir, og danin Bent Jensen yvirlækni varð settur í starv á medisinsku deild.
Í dag eru á Landssjúkrahúsinum fimm økisdeplar. Hesir eru skurð-, medisinski-, psykiatriski-, bráð- og ein diagnostiskur depil. Allir deplarnir hava egna depilsleiðslu við egnari fyrisiting og ábyrgd fyri fíggjarviðurskiftum. Harumframt er ein Tænastudepil við einum leiðara. Leiðslurnar á deplunum hava beinleiðis tilvísing til ovastu stjórnina á Landssjúkrahúsinum.
Í sambandi við hátíðarhaldið helt Jón á Steig yvirlækni eina røðu um 50 ára søguna hjá deildunum.
-red