Leygardagin hátíðarheldur Tórshavnar Froskmannafrelag sín 50 ára dag á Hoyvíksfles 3. august fylti Tórshavnar Froskmannafelag 50 ár, og í tí sambandinum verður skipað fyri hátíðarhaldi leygardagin 11. August kl. 10.00. Hátíðarahaldið verður heldur óvanligt, tí tað verður úti á Hoyvíksfles við morgunmati og røðum.
Báturin hjá froskmannafelagnum, Njørður, fer at sigla fólk úr Hoyvíkini út á flesina, og av trygdarávum skulu øll, sum ætla sær við út á flesina, vera í antin kavarabúna ella flótidrakt/vesti.
Felagið sigur, at ber tað ikki til at halda løtuna úti á sjálvari flesini, verður tað hildið inni á støðni í Hoyvík.










