Hátíðarhald í Gamla Bókhandli

Hjá stjóranum í H.N. Jacobsens Bókahandli í Havn, Vagn Andersen, byrjaði hósdagurin 13. september sum ein vanligur arbeiðsdagur. Men áðrenn hann visti av, var hann miðdepulin í einum hátíðarhaldi, sum starvsfólkini saman við nevndini høvdu skipað fyri í sambandi við at í apríl vóru 35 ár liðin síðan hann byrjaði í handlinum, og í summar fylti hann 60 ár.

Vagn er dani, ættaður úr Næstved og útbúgvin bókahandlari. Meðan hann arbeiddi í Danmark, sá hann í einum fakblaði at H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn søkti eftir útbúnum starvsfólki til handilin. Hann helt at hetta var ein spennandi avbjóðing, søkti starvið og fekk tað. Carl Niclasen var leiðari í handlinum tá. Ætlanin var bert at royna hetta í eitt ár, men hann giftist, fekk familju og búsettist í Havn. Síðan 1991 hevur Vagn verið stjóri í H.N. Jacobsens Bókahandli. 


                                            Gamal handil


Við sínum 142 árum á baki er H.N. Jacobsens Bókahandil er ein tann elsti handil í landinum. Søgan hjá bókahandilin byrjar, tá Hans Niklái Jacobsen læt upp ein bókahandil í Gongini ólavssøkudag 1865, har hann búði og hevði bókbindarí.


Í 1918 varð gamli Realskúlin á Vaglinum keyptur, og hevur bókahandilin verið har síðani tá. Umframt bókahandilin hevur ein prentsmiðja verið í húsinum til fyri umleið tveimum árum síðan, tá hon varð niðurløgd.


H.N. Jacobsens Bókahandil verður í dag rikin av einum grunni, sum eigur og rekur handilin. Í nevndini sita Tummas Hanus Dam, Malan Marnersdóttir, Heini Joensen, Ólavur Arge og Halgir Winther Poulsen, sum er formaður.