Hátíðardagur í Kollafirði

Leygardagin var sannur fagn­að­ar­dag­ur fyri kollfirðingar, av tí at skúlin, ið hev­ur verið undir um­væling, nýggja lækn­a­hølið og nýggja ítróttarhøllin eru tikin í brúk. Í hesum sambandi var hátíðarhald í Kollafirði

HÁTÍÐARHALD
Elin Maria Ó. Olsen
em_olsen7@hotmail.com

Tað byrjaði í Kollafjarða skúla, har hampuliga nógv fólk var komið saman, við at børn úr skúlanum sungu nøkur løg. Síðan helt Karin Hammer, skúlaleiðari, røðu. Hon legði út við at bjóða vælkomin. Hon er sera glað fyri nýggja og umbygda skúl­an. Hon greiddi frá søguni hjá skúlanum. Hann var bygd­ur í 1970, men skjótt var funnið útav, at skúlin var ov lítil, so í 1980 var hann longd­ur, men enn einaferð var ov trongt, men øll royndu at hjálpast og fáa tað besta burtutúr støðuni. So í 1987 kom bræv um, at har skuldu koma betur umstøður, og tað byrjaði ár seinni.
Í 2001 vórðu Tórshavnar Komm­una og Kolla­fjarða Komm­una lagdar sam­an. So vardi ikki leingi – og um­bygg­ing­in byrjaði. Í dag kenna vit úrslitið, og endiliga er skúlin nóg stórur. Enn vantar m. a. mathøli, men vónandi fer tað eis­ini at koma.
Í summar verður fyrstu ferð níggj­undi flokkur sleppur upp í fráfaringarroynd fólk­a­skúl­ans her í Kollafjarða Skúla.
Hon segði eisini at tey fara at menna skúlan.
Tá røðan var liðug, sungu børnini ein sang aft­ur­at. Síðan helt Hildur Eyð­uns­dótt­ir, forkvinna í ment-a­mál­a­nevnd­ini, talu.
Hon ynskti kollfirðingum til­lukku við nýggja skúl­a­num. Hon fegnaðist um skúl­an eftir alt hetta baksið, ið var við at fáa hann lidnan.
Hon heldur, at skúlin er ikki at kenna aftur. Har er stórur dent­ur lagdur á umstøðurnar. Nú er framhaldsdeild á skúl­a­num, so tað er óneyðugt hjá koll­firðingum at fara til Havnar í skúla. Nýggja høll­in í skúlanum gevur eisini skúlanum fleiri møguleikar. Skúl­in er ein stór íløga í fram­tíð­ina, og tí mugu vit leggja stóra arbeiðsmegi og fíggjarorku innan fyri skúl­a­økið.
Hon kendi eina stóra gleði, at síggja betru korini hjá skúl­a­num. Tað er bæði ljóst og hugnaligt nú, og treytin til klók­skap er umstøðurnar, og tað eru nógv betur umstøður nú, skúlin er farin frá at vera 1600 fermetrar til 2600 fer­metr­ar. Hann er nú næstan 60 % størri.
Síðan endaði hon røðuna við at siga góða eydnu og Guðs signing framyvir.
Eftir tað, helt Jógvan á Lakj­uni, Landsstýrismaður í ment­a­málaráum, røðu.
Hann byrjaði við at ynskja tillukku við nýggja skúl­a­num og takka fyri barn­a­sag­in. Hann segði at menta­mál­a­ráð­ið fegnast um at síggja so góðar umstøður at læra í. Tey leggja meira dent á list­ar­ligu lærugreinirnar. Eis­ini eru nógv betri um­støð­ur til lívfrøði og alis og evn­a­frøði.
Eisini er tikin hædd fyri rørsl­u­tarnaðum. Tað, ið verð­ur gjørt nú kann mennast seinni.
Hann heldur, at skúlin er eitt grundarlag á framtíðina, so góðar umstøður mugu vera. Tað er eisini gott hjá lær­a­r­unum at fáa avbjóðingar. Nú verður tónleikurin eisini nógv mentur, og tað er sera gott.
Her kann lærast at taka av­gerðir og at hava ábyrgd. Her er fjálgt læruumhvørvi og gott samstarv millum skúla og heim.
Síðan segði hann enn ein­a­ferð til­lukku og endaði við at handa eina gávu frá ment­a­mál­a­ránum. Tað var eitt listaverk av eini slupp, ið skuldi ímynda gomlu ment­an­ina.
Síðan handaði Heðin Mort­en­sen, eina gávu til skúlan frá Tórshavnar Kommunu. Tað vóru nakrir málningar, ið ímyndaðu havsins djór í for­størr­aðum skapum. Tað er Astrid Andreassen, ið hev­ur málað málningarnar.
Síðan var kaffimunnur og køka.
Eftir tað, var farið niðan í nýggja læknahølið, har Katr­in Dahl Jacobsen, forkvinna í sosialu nevnd, helt røðu.
Hon byrjaði við at bjóða øll­um at vera hjartaliga væl­komin at síggja tey nýggju læknahølini vegna Tórs­havn­ar býráð.
Hon greiddi frá, at triðja febr­uar fer at vera 3 ár síð­an fyrireikingarnar av lækn­a­høl­i­num vóru byrjaðar. Bygn­ing­urin var liðugur um mánaðarskiftið august/sep­tem­ber í fjør, síðan var at bíða eftir innbúgvi og lækn­aú­t­gerð.
Hon segði at bygningurin er 177 fermetrar til støddar, og afturat læknahølinum er eisini eitt rúm til heim­a­sjúkr­a­systr­ar­nar.
Hon heldur, at tað besta við læknahølinum er, at kom­­u­vi­ð­urskiftini hjá rørsl­u­tarn­að­u­m eru blivin betur, tí tað hevur tikið langa tíð at sannføra almennar mynd­ug­leik­ar um at í dag má vera krav, at vit øll hava javn­rætt­indi.
Hon endaði røðu sína við at takka øllum teimum, sum hava hjálpt til við byggingini. Hon vónar at læknarnir og alt viðskiftafólkið, sum fer at vera her, fer at dáma væl her.
So var farið niðan í ítrótt­ar­høllina.
Fyrst sang og spældi Jens Marni Hansen nøkur løg. Síð­an helt Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri í Tórshavnar Komm­unu, røðu.
Síðan sang Jens Marni Han­sen eitt lag afturat, áðr­enn Vagnur Johannesen, hall­ar­um­boð, helt røðu.
Hann byrjaði við at ynskja tillukku.
Hann segði at hetta var eitt gamali ynski, sum nú var vorð­ið verðuleiki.
Áðrenn kommunurnar løgdu saman var farið undir at gera eitt øki til høllina. Síð­an var ein fundur fyri nøkur fel­øg, sum so blivu stuðlar. So var ein nevnd av fólki úr Tórshavn og Kollafirði funn­in.
Hallarstuðlarnar stóðu fyri arbeiðnum av høllini. Tað var far­ið undir at byggja á sumri ár 2004, og høllin stóð reist í oktober sama árið. So var farið undir at leggja gólv og tílíkt.
Her hava nógvar góðar løt­ur verið, og nógv góð vin­ar­bond eru knýtt her segði hann.
Uttan hendan sjálvboðna stuð­ulin, stóð eingin høll her í dag. Og úrslitið, ið kom, var ein stór, flott høll. Hann heitti eisini á fólk, um at fara væl við henni.
Tá tann talan var liðug, skuldi Jákup Dam, formaður í KÍF, halda røðu.
Hann nýtti fyrra partin av síni røðu at greiða frá søguni hjá KÍF.
KÍF var stovnað í ár 1942 og blívur sostatt 65 ár nú.
Teir, ið stovnaðu KÍF, fóru til verka beinan vegin. Teir byrjaðu við at skriva eitt bræv til Tingið, har tað stóð, at teir høvdu stovnað eitt nýtt ítróttarfelag, og teir høvdu trupulleikar, av tí, at teir onga høll høvdu, men fyrst ynsktu teir sær leikvøll, hóskandi til bóltspøl. So fingu teir ein vøll, men tá skúl­­in var bygdur í ár 1970, og hondbólturin var fluttur niðan har.
So var farið frá summ­ar­ítr­ótti til vetrarítrótt, og KÍF hevði ongan heimavøll. Men hóast truplu umstøðurnar, klár­aðu tey tað væl.
Tað var torført at halda lív í ítróttinum vegna vánaligar umstøður, men framtíðin sær hjartalig út nú.
Tað er ynskiligt at nýggja høll­in umframt at vera ítr­ótt­ar­høll eisini verður eitt saml­ings­stað fyri kollfirðingar.
Hann heldur, at hetta er ein góð og snotulig høll, og nú hev­ur KÍF góðar umstøður.
Síðan var kaffi og køka, og til endans, var steypadystur í hond­bólti millum KÍF og Kyndil.