Hátíðardámur var yvir Kvívík sunnudagin

Sunnudag 14. desember var hátíðar-dagur í Kvívík í sambandi vað at kirkjan fylti 100 ár. Hátíðarhaldið byrjaði fríggjakvøldið 12. desember og sunnudagin var gudstænasta og kirkukonsert
13. desember 1903 varð nýggja kirkjan á Kirkjuteigi í Kvívík vígd og sunnudagin 14. desember 2003 var stórt hátíðarhald í bygdini.

Hátíðarhaldið byrjaði fríggjakvøldið 12. desember við at musikkskúlin og skúlin í Kvívík høvdu framførslur í kirkjuni.
Hátíðardagin varð guðstænasta við altargongd, har Bjarni Bæk, dómpróstur, prædikaði.
Eftir gudstænastuna var døgurði fyri eini 300 fólkum í Glæmuni í Kvívik. Har vórðu røður hildnar av Marjun Bæk, sóknarpresti, Grækaris A. Joensen, formanni í kirkjuráðnum og Bjarna Bæk, dómpresti. Eisini hugleiddu Rólant, fyrrverandi lærari í Kvívík, og kvívíkingurin, Viggo Johannesen.
Seinnapartin sama dag kl.16.30 varð fjølbroytt konsert við advents- og jólatónleiki, m.a. sang barnakór í Kvívík. Vestmanna Sangkór sang saman við sangarum úr Kvívík, og afturvið nøkrum av løgunum spældu tónleikarar úr Musikkskúlanum á floytu, klarinett og fagott. Urguleikari var Heðin Kambsdal.
Fyri at markera 100 ára dagin hevði Kvívíkar kirkjuráð heitt á kórleiðaran Kára Bæk um at fáa onkra nýggja framførslu til hátíðarkonsertina. Hann vendi sær síðan til teir tríggjar, Edvard Nyholm Debes, Atla K. Petersen og Kristian Blak, sum gjørdu nýggjar útsetingar av ávísum advents - og jólasálmum fyri kór tey trý blásiljóðførini floytu, klarinett og fagot.
Aðrir tónleikarar sum luttóku vóru: Andrea Heindriksdóttir, Peder Riis Jensen og Christine Andersen. Konsertin varð endurtikin í mánakvøldið 15. desember í Vestmanna kirkju.