Hátíðardámur í Vágsbotni í 1932

Tórshavnar alfrøði:

Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik keypti bátin frá rutubátin "Streym" frá Ísvirkinum á Tvøroyri í 1932 fyri 40 túsund krónur.
 
Hátíðardámur var í Vágsbotni hendan dagin, hornorkestur spælir umborð - um tað er Havnar Hornorkestur ella GHM, vita vit ikki. Tveir hýruvognar (helst Chevrolet) standa á bryggjuni. Á fremru mastrini er eitt flagg við áskriftini “Streymur”. 
 
Til høgru á myndini sæst yvir á “Café Gamle Danmark” og smiðjuna hjá Hans B. Arge. Framman fyri smiðjuna er “bukkvald”, sum var almenna ruskplássið í Havn, áðrenn tað varð flutt niðan á Sundsvegin, har sum í dag verður grivið út til rennibreyt. Lítla húsið við ruskplássið er seinasta almenna bukkan í Havn. Eisini sæst Landsbókasavnið, sum var tikið í brúk árið fyri, í 1931. 
 
Streymur varð bygdur í Frederikssund í 1930. Hann var 20,6 m langur, 5,4 m breiður og 2,5 m djúpur. Var góðkendur til 85 ferðafólk og lastaði 48 tons.
Í 1959 var Streymur seldur. Hann fekk seinni navnið “Silver Bell”, og endaði sínar dagar á Skálafjørðinum, har hann sakk inni á Hulki einaferð í 70-unum.