Í gjár fylti Sosialurin 80 ár, og verður hetta hátíðarhildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni í dag við almennari móttøku millum kl 15 og 17. Øll eru hjartaliga vælkomin! Tað var tann 24. mai í 1927, at Sosialurin fyrstu ferð kom á gøtuna. í sambandi við føðingardagin í gjár bjóðar Sosialurin til móttøku í Miðlahúsinum í dag millum kl 15 og 17.
Fyrstu nógvu árini kom Sosialurin út eina ferð um vikuna, men tá komið varð fram í sjeytiárini - og nýggja off-sett tøknin varð tikin í nýtslu, vórðu útgávurnar øktar upp í tríggjar. Tá Sosialurin í 1982 flutti út á Argjar, í nýggju blaðhúsini, fekk blaðið eisini egna prentsmiðju.
Í 1990 vóru útgávurnar øktar upp í fimm ferðir um vikuna, og hevur blaðið støðugt staði í vøkstri.
Í 2000 løgdu Dimmalætting og Sosialurin prentsmiðjurnar saman og stovnaðu Prentmiðstøðina, sum í dag er einasta rotatiónspressa í landinum.
Sosialurin, sum kom á gøtuna í dag, telur 80 síður.










