Ólavsøkudagur er hátíðardagur hjá føroysku demokratisku skipanini.
Hetta er dagurin, tá ið lóggevandi valdið, fyrisitingin og kirkjan saman eeru til gudstænastu í dómkirkjuni, men hetta er eisini dagurin, tá ið nýggj tingseta byrjar og løgmaður heldur ólavsøkurøðuna.
Løgtingið verður sett klokkan 13 eftir at tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk hava verið í kirkju.
Á tingfundinum heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sína ólavsøkurøðu, har sum hann stingur út í kortið, hvat samgongan ætlar at gera í tingsetuni og hann hyggur eisini at, hvat er hent í sienastu tingsetu.
Í dag verður onki uppskot um fiskidagar lagt fram, sum annars hevur verið vanligt. Í fjør samtykti tingið fiskidagarnar heilt fram til 31.desember í ár, tí 1.januar er ætlanin, at vit fara yvir til kvotakipan.
Við øðrum orðum fer fiskidagaskipanin í søguna.
Ólavsøkurøðan verður vanliga umrødd í vikuni eftir ólavsøku og eisini møgulig uppskot, sum samgonga ella andstøða leggja fram í dag.










