Mánadagin 30. November var hátíðar- og fráfaringarhald í hølunum hjá heimatænastuni á Heilsumiðstøðini í Vági, skrivar Suðurrás.
Hátíðarhald var fyri Jórun Eyðunson, Porkeri, sum hevur starvast í heimatænastuni í Suðuroy í 30 ár.
Jórun byrjaði sum heimahjálp í sunnaru helvt í 1990 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2005.
Eisini var fráfaringarhald var fyri Annu Vestergaard, Sumba, sum hevur starvast í heimatænastuni í Suðuroy í 35 ár.
Anna tók prógv sum heilsuhjálpari í 2010 og gevst nú vegna aldur.
Í sambandi við 30 ára starvsdagin hjá Jórun og fráfaringarhaldið hjá Annu fingu tær blómur og gávur handaðar, har Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni, og Beinta Virgarsdóttir, deildarleiðari, søgdu nøkur orð og har takkað varð fyri góða og trúgva tænastu.
Eisini fingu tær eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum, skrivar sudurras.fo.