Tað hevur ikki altíð verið lætt at manna Hósvíking, men seinastu 3 árini hevur manningin verið at kalla hin sama. Teir eru 5, ið eru úr Hósvík, meðan uttanbygdarmenninir báðir í ár eru ávikavist kollfirðingur og víkarmaður.
Teir vóru sera óhepnir á Norðoyarstevnu. Ikki tað at siga; róðurin vunnu teir. Men, tá teir vóru komnir á mál, útlúgvaðir, sum vera man, kravdu dómararnir umróður. Róðurin átti at verði steðgaður á túsundmetramálinum, har ein bátur varð fastur í einum enda, men so varð ikki. Orsøkin til, at neyðugt var við umróðri, hevði harumframt onki við Hósvíking at gera. Tí halda summir hósvíkingar tað vera forargiligt, at bátur teirra í umróðrinum gjørdist nummar trý.
Í Hósvík tykist semja vera um, at manningin á hósvíkingi er sera góð, og at hon er væl fyri til at gera um seg í 25 ára gamla seksmannafarinum, sum tríggir sjómenn í Hósvík tóku seg saman um at byggja. Um sama mundið, Hósvíkingur varð bygdur, varð eisini grannabáturin, Kollfirðingur, smíðaður.
Vilja hava 5-mannafar
Fólk, Sosialurin hevur prátað við, siga seg ikki vera heilt vís í, hvør teirra er eldri, men Torbjørm Sæbúð, formaður í Róðrafelagnum í Hósvík, heldur, at kjølurin á Hósvíkingi varð strektur fyrst, meðan Kollfirðingur var flotaður fyrst. Hósvíkingar vænta tó hesuferð, at seksmannafar teirra fer at vera fyrst um málið á Sundalagsstevnuni í heimbygdini.
Tað tykist, sum at tørvurin á einum nýggjum báti er stórur í Hósvík. Seksmannafarsróðurin er ein hin strævnasti róðurin í føroyskum kappróðri, og tí er hann ikki hitt besta boðið til teirra heilt ungu, ið fara fyrstu ferð í kappróðrarbát. Hósvíkingar vilja hava sær eitt fimmmannafar?
Tað verður kanska ikki eins torført at manna hetta nýggja far, tí børn tróta ikki í bygdini. Fleiri enn fjøruti børn eru undir skúlaaldur í Hósvík, og tí tykist framtíðin hjá tjóðítróttini bjørt í bygdini.