Í øllum kommunum í Sandoy vóru inntøkurnar hægri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru tað sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða meiri skattainntøkan var umleið 1,3 milliónir krónur.
Í krónum var vøksturin størstur í stóru kommununum. Í Skopun var vøksturin 479 túsund krónur ella 7,39 prosent, og á Sandi var vøksturin 459 túsund krónur ella 7,19 prosent.
Lutfalsliga var inntøkuvøksturin væl størstur í Húsavíkar kommunu, sum umframt Húsavík fevnir um Dal.
Kommunuskatturin í Húsavíkar kommunu var 20,82 prosent hægri fyrra hálvár í ár, enn hann var tað sama tíðarskeið í fjør. Hetta er lutfalsliga størsti vøkstur fyrra hálvár í øllum hjá føroysku kommununum.
288 túsund krónur fleiri runnu niður í kommunukassan í Húsavík enn fyrra hálvár í fjør.
Í Skálavík var vøksturin 4,05 prosent ella 90 túsund krónur, og í Skúvoy var vøksturin 5,56 prosent ella 29 túsund krónur.
Miðal vøksturin í skattinum hjá øllum kommununum var fyrra hálvár 7,04 prosent.










