Hósvíkingar ríggja til Sunda Kommunu

Bygdaráðið í Hosvík hevur samtykt at spyrja seg fyri hjá Sunda Kommunu um samanlegging, hóast Hvalvíkar Kommuna liggur ímillum tær báðar

Kommunusamanlegging

? Eg havi ikki verið talsmaður fyri at leggja kommunur saman. Men eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað slepst valla undan.
Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík er ein av teimum, sum hevur broytt støðu til spurningin um kommunusamanlegging so hvørt sum málið er búnað og mýkt seinastu árini.
Og júst spurningurin um samanlegging var til viðgerðar á bygdaráðsfundi í Hósvík í seinastu viku.
Hann sigur, at úrslitið av tí fundinum var, at Bygdaráðið í Hósvík samtykti at seta seg í samband við Sunda Kommunu um at leggja saman.
? Spurningurin um samanlegging hevur verið til umrøðu á bygdaráðsfundir í Hósvík fleiri ferðir, men á fundinum í seinastu viku varð so samtykt at vit skuldu seta okkum í samband við Sunda Kommunu at loddað dýpið.
Jógvan Mørkøre sigur, at ætlanin er at hava ein óformligan fund við Sunda Kommunum at tosa um samanlegging fyri at vita, hvat ber til, og, hvat ikki ber til.
Men bygdaráðsformaðurin leggur dent á, at tað verður fólkið í Hósvík, sum kemur at gera av, antin kommunan skal leggjast saman við aðra kommunu, tí tað verður ongin samanlegging uttan at ein meiriluti er fyri tí á fólkaatkvøðu í Hósvík.
Hann heldur, at tað er neyðugt at taka spurningin upp nú, heldur enn at skumpa hann frammanfyri sær alla tíðina.
? Verður øll tey málsøki løgd út til kommunurnar, sum talan er um, dugi eg at síggja ,at tær smáu kommunurnar koma at detta niður ímillum.
Men hann sigur eisini, at tað er eisini ein spurningur um at tryggjað eitt samstarv ímillum kommunurnar.
Kommunurnar har um leiðir, tvs, Hósvíkar-, Haldarsvíkar-, Sunda-, Hvalvíkar og Gjáar Kommuna eru í eini felags kommunu, sum samstarvar um ymisk viðurskifti.
? Men í tí samstarvinum ber ikki til at taka bindandi avgerðir. Felagskommunan kann verða samd um ávís viðurskifti, men so kanntað verða kolldømt í teimum ymisku bygdaráðinum, og tað ger kommunal arbeiðið nakað óliðiligt.

Norður ella suður
Nú eru Hósvíkar Kommuna og Sunda Kommuna ikki grannar av tí at Hvalvíkar Kommuna er ímillum og tí er tað kanska ikki heilt eftir ætlanini hjá Landsstýrinum at tvær kommunur leggja saman, sum ikki eru ein natúrlig eind.
Men tað heldur Jógvan Mørkøre ikki vera nakar trupulleiki, tí Skála og Runavík hava lagt saman, hóast Gøtu Kommuna er ímillum.
?Eg dugi ikki at síggja nakað endamál í at leggja Hvalvík og Hósvík saman, tí tað verður so lítil munur á fólkatalinum og frá gamlari tíð, verður tað helst verri at fáa fólk at góðtaka at Hósvík og Hvalvík verða lagdar saman, tí í 1955 fóru kommunurnar sundur.
Í Hósvík búgva 266 fólk og í Sunda Kommunu búgva útvið 500 fólk. Í Hvalvíkar Kommunu búgva gott 300 fólk.
Jógvan Mørkøre sigur, at skal Hòsvík leggja saman, eru tveir vegir at fara, antin suðureftir og leggja saman við Tórshavnar Kommunu, ella at fara norðureftir og tá heldur hann, at tað er natúrligari at leita norðureftir, tí samstarv er við Sunda Kommunu sum er ígjøgnum felagskommununa
Tí dugir hann ikki at síggja nógv bein í einum samstarvi ímilum Sunda- og Hósvíkar kommunu, tá ið so neyvt samstarv er frammanundan.
? Vit koma eisini at liggja sum ein endastøð undir øllum umstøðum og tá halda vit at tað er frægari at verða saman við teimum norðaru kommununum, tí tá verða vit á meiri jøvnum føti.
?Eg síggi t.d. fyri mær, at byggja vit ein barnagarð í Hósvík, liggur væl fyri hjá sundafólki at avlera børnini, eitt nú á veg til arbeiðis í Havn.
Hann vísir eisini á, at Sunda Kommuna hevur bygt skúlan út og hann heldur, at skal hvør kommuna byggja sín skúla út er tað oyðsl, heldur enn at samstarva so at tað verður bíligari hjá øllum pørtum, sigur Jógvan Mørkøre.
Men tað, sum hann sær fyri sær, er, at um nøkur ár, er øll felags kommunan løgd saman.