Hósvíkingar bastu grannunum

6-mannafør menn: Hvessingur megnaði ikki at koma fyri seg aftur eftir út av lagi vánaligan star

Longu á norðoyastevnu vóru ábendingar um, at tað vóru møguleikar fyri, at hósvíkingar skuldu blanda seg upp í kappingina, men tað var ikki fyrrenn í Sandavági, at tað loksins eydnaðist sundalagsmonnunum at koma fyrstir á mál. Hetta er kortini ikki heilt rætt. Á norðoyastevnu var Hósvíkingur fyrstur um málið, men tá varð gjørt av, at tað skuldi rógvast umaftur, tí Hvessingur, sum var á odda, á eitt túsund metra málinum kom fastur í ein enda, ið var rikin inn á róðrarøkið.

Hesa ferð smokkaðu teir umborð á Hvessingi fullkomuliga burturímillum í startspurtinum, og hóast teir á innasta partinum á róðrarteininum, har tað gjørdist eins slætt hjá bátunum, sum lógu í miðjuni, sum tað var hjá teimum nærri landinum, høvdu ein fínan endaspurt, so megnaðu teir ikki meiri enn akkurát at vinna seg framum Sølmund og harvið á triðja plássið.

Hósvíkingur fekk besta startin, og tað var skjótt, at hann var greitt á odda. Strálan, Sølmundur og Gongurólvur royndu at fylgja við, men tað var skjótt, at havnarbáturin datt afturav, og tá málið var hálvrunnið, var Hósvíkingur tvær bátslongdir undan kappingarneytunum, og sjálvt um t að styttist nakað millum bátarnar, so vóru hósvíkingar ongantíð hóttir.

Hóast teir endaðu á triðja plássi, so staðfestu teir í Hvalvík og Streymnesi, at teir eru nógv besta kalkynsmanningin umborð á 6-mannaførunum í níti árunum. Hvessingur vann eisini FM í 1993, 1994, 1995 og í 1997. Stóru árini hjá hósvíkingum vóru í áttati árunum, tá teir vunnu FM í 1985, 1986 og í 1987.