HÓSVÍKAR KOMMUNA - EIN FYRIMYND

Longu í 1996 tók Hósvíkar Kommuna hugtakið Agenda 21 til sín, og gjørdi eina langtíðar umhvørvisætlan. Síðani tá hevur kommunan arbeitt eftir hesi ætlan, tó við smáum broytingum.
Eitt av høvuðsendamálunum við ætlanini var at fáa reint drekkivatn til allar borgararnar. Í 2000 varð farið til verka, og í dag, fýra ár seinni, er endamálið rokkið, soleiðis, at allir hósvíkingar nú kunnu drekka reint vatn.
Ein onnur av stóru verkætlanunum hjá kommununi, er at fáa alla kommuna kloakkeraða. Í ár er næstan komið undir land við hesum; einans tvey hús vanta í kloakksamskipanini.

Fleiri jørn í eldinum
Hósvíkar Kommuna hevur fleiri jørn í eldinum, og nógv verður gjørt fyri at minka um dálkingina. Á bingjuplássinum verður ruskið partvíst skilt. Í samband við reingerðing av kommunalu bygningunum nýta tey nú trevjuklútar, so nú slepst undan at nýta sápu. Eisini við gøtuljósunum spara tey pening við at nýta lágorkuperur, í staðin fyri kyksilvurperurnar sum nú verða skiftar út.
Í Hósvík eru íbúgvarnir sera glaðir fyri nærumhvørvið, bygdina og gjónna. Tí er gjógvin við Lagá og áarbakkin skrásett sum landsløg við serligum týdningi fyri bygdina. Her eru eisini ymisk tiltøk gjørd fyri at røkja og prýða um tey. Laðað verður fram við áarbakkanum, trappur og gøtur verða gjørdar, fyri tað skal vera lættari hjá bygdarfólkinum at koma framat.

Ruddingardagar og ung í arbeiði
Aftrat hesum hevur kommunan eisini tiltøk, har vanligi borgarin luttekur. Árligir ruddingardagar eru og hvørt summar arbeiða ung við at fríðka um bygdina. Í skúlanum eru viðhvørt evnisdagar, har børnini læra at virða og varðveita náttúruna. Og sjálvt dagrøktarmammurnar hava í ávísan mun tikið evnið upp við børnini, soleiðis, at virðingin fyri umhvørvinum kemur nóg tíðliga.

Um hugt verður aftur um bak, so eru í dag sjónlig prógv fyri, at umhvørvisætlanin hjá Hósvíkar Kommunu hevur eydnast væl. Sigast kann, at Hósvík er ein fyrimynd fyri aðrar kommunur á umhvørvisøkinum.