Hósvík: Nýggi skúlin reistur

Arbeiðið við at byggja nýggjan skúla í Hósvík fylgir tíðarætlanini og í farnu viku varð skúlin reistur. Tað er Arbor v/ Finn Christensen sum hevur arbeiðið um hendi sum heildarveiting, og flestallir, sum taka lut í arbeiðinum, koma úr Sundalagnum. A3 arkitektar við Norðskála hava teknað skúlan.

Nýggi skúlin verður bygdur omanfyri verandi skúla og er um 500 fermetrar til støddar. Har vera tríggjar skúlastovur og onnur høli, sum hoyra einum nútímans skúla til, her í millum felagshøli og bókasavn.

- Verandi skúlin fer at gerast karmur um serhølini, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommuna.

Avtalað er, at skúlin skal takast í nýtslu, tá komandi skúlaár byrjar í august 2008.