Prísurin á hýsu er hækkaður sera nógv teir seinastu dagarnar, og samanborið við prísin fyri einari góðari viku síðani er hann næstan tvífaldaður.
Í dag vóru 17 tons av hýsu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og har kom hægsta boð upp á ta størstu hýsuna upp á 16,40 krónur. Í meðal fór tann stóra hýsan fyri 14,65 krónur fyri kilo. Eisini tann minna hýsan fekk góðan prís. Hýsa II fór fyri 12,75 krónur og hýsa III fyri 12,91 krónur í meðal.
Toskaprísurin stendur harafturímóti í stað. Í dag seldi uppboðssølan 20 tons av toski. Tað mesta var toskur III, sum fekk meðalprísin 13,17 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 53 tons í dag fyri knappar 600.000 krónur.










