Fiskamarknaður Føroya hevði í dag góð 90 tons á uppboði, og tey fóru fyri góðar 1,2 millión krónur.
Umleið 26 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri meðalprísin 17,18 krónur fyri kilo, stødd III fekk 15,41 krónur í meðal, og meðalprísurin á toski IV var 12,46 krónur fyri kilo.
13 tons av hýsu vóru á uppboði, og tann stóra hýsan fór fyri 12,06 krónur í meðal. Longan kom í dag upp í 12,95 krónur í meðal, og brosman kom upp í 9,00 krónur í meðal.
Nakað av havtasku og svartkalva var. Besti meðalprísur fyri havtasku var 25,02 krónur, og svartkalvin fór fyri 27,53 krónur í meðal. Upsa var lítið av á marknaðinum, men prísurin var góður - 10 krónur í meðal fyri kilo.










