Hýsuprísurin bara fellur

Prísurin á hýsu er fallin nógv ta seinastu tíðina, og nú er hýsan bíligari á Fiskamarknaðinum enn hvítingur og nærkast prísinum á brosmu. Í dag vóru knappliga 10 tons av hýsu á uppboðssøluni, og prísurin lá millum 7,03 krónur og 7,10 krónur fyri kilo. Av hvítingi vóru góð fimm tons, og hann fór fyri 7,27 krónur.

Annars var mest av svartkalva á uppboðssøluni í dag, knappliga 12 tons frá einum garnaskipi, og hann fór fyri góðar 30 krónur kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 32 tons í dag fyri 520.000 krónur.