Hásummar í Svínoy

Leygardagin skipar Svínoyar bygd fyri eini lítlari stevnu, har ymisk tiltøk verða á skránni. Rulluskoytukapping, gongutúrur í bygdini, hugnaløta og skúlabørnini fara at hava eina kiosk

Enn einaferð verður ein roynd gjørd at seta ljóskastaran á eina útoyggj. Hesaferð er tað Svínoy, sum skal setast á kortið - um ikki annað fyri eitt vikuskifti. Hugskotið til at skipa fyri einum og hvørjum eigur tilflytarin Ásmundur Guðjónsson, men hann leggur eina við, at tað eru nógv fólk uppií fyrireikingunum. Øll bygdin so gott sum er í gongd við at fyrireika alt til leygardagin, so at tey, sum koma út, kunnu fáa ein so hugnaligan og stuttligan dag sum gjørligt.
Skráin er øðrvísi enn til eina vanliga bygdastevnu, sum vit kanska kenna hana í dag. Har verður ongin kappróður ella fótbóltur. Heldur onki tivoli. Men hinvegin so skipa tey fyri eini rulluskoytukapping, sum hevur fingið heitið Svínoy Open.
Ongin handil er í Svínoy, men skúlabørnini fara at hava eina kiosk, har eitt sindur av vanligum kioskvørum verða at fáa, so sum sodavatn, slikk og franskar hot-dogs, so langt sum tað røkkur. Frá fyrireikarunum verður tí sagt, at tað er gott at hugsa um at hava okkurt við at grilla og mat annars.
Kioskin verður gjørt sum ein verkætlan í skúlanum. Tey hava bílagt vøru út, sum tey fáa í dag ella í morgin. Skúlabørnini hava sjálvi gjørt alt arbeiði og roknað út prísir og annað, sum skal gerast fyri at fáa eina tílíka kiosk at mala runt.

Skráin
Rulluskoytukappingin Svínoy Open byrjar leygarmorgunin klokkan 11. Tað eru Gulin og Føroya Bjór, sum stuðla kappingini. Luttakararnir verða bólkaðir eftir kyni og aldri. Skoytað verður einaferð runt nýggjaveg, sum er ein teinur upp á 1150 metrar. Kappingin verður skipað eftir cup-leistinum, og heiðurmerki verða latin.
Somuleiðis verður ein forðakapping á rulluskoytum, har forðingar verða lagdar út á útvalda vegateinin. Kappast verður upp á tíð. Tekning fer fram við Klingrugarðin, tá Másin er komin.
Klokkan 16 leygardagin verður ein gongutúru gjøgnum bygdina, har Óli í Geil fer at greiða frá ymiskum. Fyrireikararnir siga, at tað er so nógv áhugavert í sjálvari bygdini, sum flest fólk ikki vita so nógv um. So hetta varð mett at vera eitt gott høvi at kunna fáa eitt sindur av søguligari og siðsøguligari vitan um Svínoyar bygd.
Og klokkan 18 verður so ein grill tendrað, sum øll kunnu nýta. Hon kemur at standa uppi á Fløtti við akkerið.
Seinni um kvøldið um tíggjutíðina verður ein hugnaløta niðri á Helluni. Har verður felagssangur, har Sámal Ravnsfjall luttekur. Ólavur Waag Høgnesen frá Granskingardeplinum í Klaksvík fer at flyta fram hásummarrøðu, og hásummarbál verður tendrað.
Klokkan 00:30 verður ein gongutúrur niðan á Keldufjall, um veður og hugur er til tess.

Másin eykatúr
Fyrireikararnir siga, at Másin ger tveir eykatúrar hendan dagin í sambandi við tiltakið. Ein verður klokkan 13:30 av Hvannasundi og ein av aftur Svínoy klokkan 1:30 um náttina.
? Hetta hava vit gjørt fyri,at um tað eru fólk, ið ikki ynskja at yvirnátta, so hava tey møguleika til at sleppa aftur til Klaksvíkar. Og tað var ongin trupulleiki at fáa Másan at sigla. Strandferðslan játtaði okkum hetta beinanvegin, greiðir Rakul Guðjónsson frá.
Hon sigur, at um børn ella vaksin eiga rulluskoytir, men ikki ætla at luttaka í sjálvari kappingini, so er bara at taka tær við kortini, tí umstøðurnar at standa á rulluskoytum í Svínoy sera góðar, og hon væntar, at tað fer at verða nógv gjørt av tí. Eisini eftir kappingina.
Tá tað kemur til innivist, sigur Rakul, at hon væntar, at tey flestu húsini, sum vanliga standa tóm, verða full hetta vikuskiftið, tí tað kann væntast, at nógv, sum hava tilknýti til bygdina, fara at koma út hetta vikuskiftið.
? Men um man eigur tjald og hevur hug at liggja í tí, so er bara at taka tað við, sigur hon. Veðurlíkindini lata til at fara at verða góð, so fyrireikararnir vóna tað besta.
Fyrireikararnir hava sent tíðindaskriv út, har tey millum annað siga at, hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at savna svínoyingar og fólk annars við tilknýti til bygdina. Men vit vóna so sanniliga, at onnur eisini leggja sær leiðina út leygardagin.
- So eftir hjá okkum svínoyingum er bert eftir førimuni at sýna blíðskap og vera í góðum hýri, soleiðis at dagurin og tiltøkini hepnast, verður sagt at enda í tíðindaskrivinum.