Eiði: - Tað verður munur á, - at fara úr einum summarhúsum uppá 76 fermetrar til eini spildurnýggj hús uppá 180 fermetrar, sigur 34 ára gamla kvinnan, ið er gift við Helga Stefán Ingibjørnsson úr Íslandi.
Eins og so mong onnur ung hjún hava tey havt ein dreym um at kunna byggja síni egnu dreymahús á Eiði. Hesin dreymurin er nú við at gerast veruleiki yviri í Gjógv, sum tey staðkendu siga.
Her hava í eini 50 ár staðið eini summarhús, men á sama øki verða nú bygd eini munandi størri og øðrvísi hús. Eitt eyðkenni við húsunum er, at tað er formað sum bókstavurin H.
- Vit hugsaðu einaferð fyri mongum árum síðani um, at húsini skuldu hava høga reising. Seinni broyttu vit hugsan, til heldur at byggja tey í einari hædd í hesum náttúruvakra økinum.
- Tekningina gjørdu vit í 2005, men veitst tú hvat? Tá teir fóru undir at byggja tann nýggja barnagarðin her á Eiði, gjørdist eg sera kløkk, tá eg sá, hvussu gekk við tí arbeiðinum. Tað vísti seg at barnagarðurin líktist rættiliga nógv okkara húsum, sigur Helfrid við einum brosi.
Dreymurin um egnan bústað er nærri nú enn áður. Og leygardagin 6. november var dagurin komin, tá húsini vórðu reist.
- Nú ræður bara um at fáa tey innilokað sum skjótast. Og so gleða vit okkum til komandi summar, tá vit ætla at flyta inn í tey.
Drúgt og dýrt
Helfrid er bæði fødd og uppvaksin her á Eiði, men hevur kortini ikki altíð búð í heimbygdini. Á yngru døgum búði hon á so ymiskum støðum sum á Kambsdali, í Íslandi, Onglandi og í Havn.
Eftir at Helfrid fann íslendska mann sín, og tey vórðu gift í 1999, fluttu tey norður higar at búgva – fyrst til leigu, meðan tey bæði so smátt tosaðu um, hvussu tey skuldu innrætta seg í einum framtíðar bústaði. Síðani tá hava tey fingið trý børn saman.
Tá tey hugdu rundan um seg í bygdini fullu eygu teirra á eini eldri hús - eini summarhús - sum tey vistu at onnur eisini áður høvdu havt áhuga fyri at keypa. Men eigarin hevði ikki áhuga í at selja.
- Vit hildu bæði, at vit ynsktu at keypa tey, tí tey lógu so væl fyri í vøkrum umhvørvi. Og nú vísti tað seg brádliga, at maðurin vildi selja okkum húsini, stóra grundøkið rundan um, og nøkur gyllin í jørð.
- Og tú kanst ikki ætla, hvussu glað vit vóru, tá vit fingu hesi boðini, sigur Helfrid við einum brosi.
Í framtíðardreymum sínum hugsaðu tey bæði um at byggja hesi húsini út, soleiðis at ein fekk meiri pláss til eina familju við børnum. Tey funnu tó skjótt útav, at hetta fór at gerast ein bæði drúgv og kostnaðarmikil loysn.
- Vit broyttu tí hugsan, og avgjørdu at byggja okkara egnu hús ístaðin. Eg haldi, at tað var tann rætta loysnin.
Stoypt og kloakk
Sum hjá so mongum øðrum ungum hjúnum vóru nógv ynski, ið skuldi fáast at hóska saman til teirra dreymahús. Fyri at fáa greiðu á øllum hesum, og fyri at fáa byggiloyvi, mátti bæði umsókn og tekning sendast kommununi.
- Ja, vit sendu so eina umsókn til kommununa, har vit ikki bert høvdu teknað húsini, men eisini ein urtagarð við buskum og øllum tí, ið kravdist til eini slík vøkur og hugnalig hús, sigur Helfrid við einum brosi.
Tey fingu góða hjálp til at tekna húsini frá íslendska verfaðir hennara, sum veruliga dugdi sítt fak. Tíverri fyri tey øll sleppur hann ikki at síggja tað lidna úrslitið, tí hann andaðist nevniliga í farna mánaði.
Tekningin var av einum H-formaðum húsum við øllum tí, ið hoyrir til eini nútíðar hús, millum annað køki, fýra kømrum, trimum wc, einum boblibaði og annars stórum stovuvindeygum við einum frálíkum útsýni til bygdina, vatnið og Hólman.
Ein annar týdningarmikil lutur í byggingini var bjálvingin, har dentur varð lagdur á, at tey skuldu bjálvast við tí nýggjasta og tí besta. Og so løgdu tey eisini stóran dent á, at tey skuldu sjálvi gera sum mest av arbeiðinum.
Helgi er útbúgvin maskinsmiður og er fittur í hondunum; pápabeiggi Helfrid er timburmaður og onnur hava luttikið í arbeiðinum.
- Her hava øll tikið lut, eisini eg. Ja, eg havi sjálv verið við til tað mesta í arbeiðinum. Saman við millum øðrum pápa mínum havi eg bæði stoypt, lagt kloakk og nógv annað.
- Eg havi ikki hildið meg aftur, tí hetta skal jú gerast til okkara heim, slær Helfrid fast.
Úr balju í boblubað
Tá hjúnini Helfrid og Helgi fóru undir at fyrireika sjálva byggingina høvdu tey ætlað, at arbeiðið fór at taka rímiliga tíð. Nú er nakað yvir 4 ár gingin, og enn eru tey ikki flutt inn í dreymahúsini.
- Ja, tað hevur tikið heldur longur enn ætlað, staðfestir Helfrid. - Men nú er ferð komin á arbeiðið aftur.
Fyri gerandisdagin í familjuni fer hetta eisini at føra til stór framstig, nú dagurin nærkast tá tey kunnu flyta inn í 180 fermetrar stóru sethúsini. Børnini frøast í øllum førum um hetta.
- Í okkara lítlu húsum eru tey higartil farin í bað í eini balju, tí umstøður hava simpelthen ikki verið til annað. Nú kunnu tey ístaðin gleða seg til at sleppa í eitt boblubað, og haraftrat fáa hvør sítt kamar.
- Men hinvegin, so er tað ikki altíð plássið sum er avgerandi fyri, um fólk eru lukkulig. Men eg giti, at fyri okkum fer tað at gera gerandisdagin rúmligari - og, so behøvast vit heldur ikki at fara útum fyri at skifta meining. Nú kunnu vit saktans gera tað í einum og sama rúmi, sigur Helfrid við einum brosi.
Fylgja við
Familjan hjá Helga í Íslandi hava víst byggingini á Eiði stóran áhuga. Tey hava alla tíðina ynskt at vita, hvussu gekk við drúgvu tilgongdini sum skuldi enda við einum snotiligum sethúsum yviri í Gjógv.
Ein máti at gera hetta er við at brúka møguleikarnar á alnótini.
- Vit hava tikið nógvar myndir og lagt tær út á Facebook, og soleiðis hava tey kunna fegnast um framgongdina.
- Nú gleða tey seg bara at koma til okkum at ferðast møguliga komandi summar. So mugu vit bara gera alt fyri at húsini verða liðug tá, sigur Helfrid.
Eittans húsið
Tað vóru tær tíðir, tá hamarsløgini geltu nógvastaðni á Eiði, frá fólki sum vóru í ferð við at seta føtur undir egið borð. Hetta sást eisini aftur í fólkatalinum, sum tá tað var hægst lá uppi í 668 fólkum. Í dag búgva 612 fólk á Eiði.
Nú er hetta við húsabyggingini nærum vorðin ein rár hending, og í roynd og veru eru sethúsini hjá Helfrid og Helga einastu sethúsini sum eru í gerð í løtuni.
- Eg veit um aðrar ungar familjur sum fegnar vilja búseta seg her, men tað er nokk ikki so lætt at fáa lán til húsabygging beint nú.
- Í staðin velja nøkur teirra í tað heldur bíligaru loysnina at keypa eini sethús í bygdini, vísir Helfrid á.