Fiskivinna
Fiskavirking í Miðvági var eitt av teimum trimum virkjunum í Føroyum, sum í summarhálvuni keypti gullaks frá trolarunum, sum vóru á hesi veiði.
Gullaksatíðin var liðug síðst í september, og nú veturin stundar til, hevur virkið serliga lagt seg eftir at arbeiða hýsu og partvís upsa.
Soleiðis hevur eisini verið undanfarin ár.
Portiónir
Miðjað verður eftir í størst møguligan mun at virka fiskin til portiónir, men ein partur av upsanum fer í blokk.
Albert Ellefsen, virkisleiðari, sigur, at gongst sum ætlað í vetur, verða eini 75% av rávøruni hýsa, sum serliga kemur frá línubátunum, men eisini frá trolarunum.
Hann sigur, at meginparturin av hýsuni, sum virkið keypir, er hýsa 3.
- Vit kundu hugsað okkum, at hýsan var nakað størri, men higartil í heyst hevur hon yvirhøvur verið smáttfallandi.
Albert sigur, at tað hevur gingið hampiligt at fáa fatur á hýsuni, men prísurin er rættiliga skiftandi.
Hann heldur, at ein stórur partur av hýsuni, sum skipini hava siglt niður á skotska marknaðin við, hevur verið smá hýsa.
Vilja meirvirka
- Eg trúgvi, at flestu virkir miðja eftir at virka fiskin meira, og tað gera vit eisini her vesturi. Tilvirkingin avhongur sjálvsagt eisini av eftirspurningi og prísi úti á marknaðinum, leggur Albert aftrat.
Mikudagin, tá ið vit frættu úr Miðvági, lógu West Freeser og Venus og landaðu, men virkisleiðarin, sum júst var afturkomin úr Japan, hevði ikki hevt seg við neyvu tølini hjá bátunum.
- Í Miðvági er nógv fiskaarbeiði hvønn dag, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari.