Høsnarungin provokeraði

Tað vakti ans, tá Michael Rasmussen um vikuskiftið var til DM í súkkling. Høsnarungin, sum hann verður róptur, hevur í løtuni karantenu, og tá hann nú var til DM-kapping, var hetta sum áskoðari til DM hjá kvinnum. Her er loyvt øðrum enn luttakarunum at vera partur av feltinum, men Rasmussen provokeraði nakað nógv, tá hann hevði hug at leggja seg millum tær fremstu. Nakað sum umboðini fyri danska súkklusambandið at rópa eftir honum. – Eg taki hatta sum eina provokatión frá einum manni, sum hevur tørv á at vísa seg. Og eg haldi tað vera óuppdrigið, tá hann soleiðis provokerar, og síðani bara flýggjar, tá vit fara eftir honum, segði Willy Frederiksen, sum er formaður fyri kvinnusúkklingina í Danmark.