Húsmøður aftur á skíggjan

Spenningurin á Wisteria Lane hevur gjørt kvinnurnar í sendirøðini heimskendar. Men skjótt fær hetta ein enda.

 

Um fáar vikur eru tað sjey ár síðani, at fyrsta sendingin av Desperate Housewives var víst í USA. Um fáar vikur byrjar eisini ein nýggj røð av sendingini. Og hendan komandi sendirøðin verður tann síðsta við vælumtóktu kvinnunum.

 

Seinastu sjey árini eru hyggjaratalið eisini minkað niður í helvt. Frá 23 milliónum hyggjarum fyrsta árið, til 12 milliónir tað seinasta.

 

Tó so hava kvinnurnar og sendirøðin vunnið eina ørgrynni av peningi til stjørnurnar og fólkini handan sendirøðina.